Í februar vóru 515 milliónir krónur útgoldnar í lønum.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Hetta er 22 milliónir minni enn í fjør. Øll minkingin er í fiskivinnu og aðrari ráevnisvinnu. Higartil í ár er minkingin í fiskivinnuni stívliga 13% og tað er lítið at ivast í, at tað hevur havt sínar avleiðingar, at fiskiflotin lá so langa tíð
Tilsamans eru lønargjaldingar í ár eru tó áleið tær somu sum í fjør.
Talvan vísir gongdina í januar og februar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør og hon vísir, at hóast stóra minking í februar, er lítil broyting, tá ið januar og februar verða tiknir undir einum.










