Brennistøðin á Hagaleiti tók í fjør ímóti átta prosentum minni av burturkasti samanborið við árið fyri Nøgdirnar av burturkasti fylgja altíð virkseminum i landinum. Tá nógv arbeiði er, vaksa nøgdirnar, og øvugt tá ið arbeiðið minkar.
Í fjør tók støðin móti 145.000 rúmmetrum av burturkasti, og meira enn tríggir fjórðingar av burturkastinum verða brend.
Í fjør tók IRF ímóti 30.400 rúmmetrum av tilfari, sum varð sent aðrar staðir at endurvinna. Tað er ein minking upp á 4,2 prosent. Tað snýr seg um pappír, papp, plast, jarn og metal. Hetta var 21 prosent av samlaðu nøgdini av burturkasti, sum IRF fekk. Harafturat vóru 1.430 rúmmetrar av reinsaðari spillolju brúkti til hitaveiting í Føroyum.
Millum eitt og tvey prosent av burturkastinum hava verið tyrvd tey seinastu árini.
Tað er ikki bara gott fyri IRF, tá ið nøgdirnar av burturkasti minka. Jú minni kemur frá vinnuvirki, jú lægri eru inntøkurnar