Tað er vorðið nógv friðarligari í náttarlívinum um vikuskiftini nú, enn tað hevur verið.
Tað staðfestir løgreglan.
Higartil í ár hevur løgreglan nevniliga bara skrásett tvey mál um harðskap, og her í báðum førum talan um vanligan harðskap.
Um sama mundi í fjør høvdu tey longu fingið 10 mál um harðskap, harav tað í tveimum málum var talan um grovan harðskap.
Hesa seinastu tíðina hevur løgreglan arbeitt miðvíst fyri at avmarka harðskap og tey ivast ikki í, at tað er hetta, sum tey nú heysta fruktirnar av.
Í hesum sambandi ger løgreglan nógv burtur úr at vera til staðar í býarlívinum og sostatt er vanligt at síggja løgreglufólk til gongu í býnum um næturnar um vikuskiftini.
Samstundis ger løgreglan nógv burtur úr at fara inn á skeinkistøðini at kanna eftir um øll viðurskifti eru, sum tey eiga at vera, eitt nú, at tað ikki eru ov nógv fólk inni, at ongin er ikki, sum ikki er 18 ár, o.s.fr.
Hugsanin aftan fyri tað er, at tað hevur eina tálmandi ávirkan á fólk at síggja, at løgreglufólk eru nærverandi í náttarlívinum. Og skuldu fólk komið til ilnar, er tað samstundis skjótari hjá løgregluni at leggja ímillum og sostatt at forða fyri, at harðskapur stendst av tí.
Í fjør hevði løgreglan 80 mál um harðskap og í 2015 var talan um 101 mál um harðskap. Og hesi seinastu árini hevur løgreglan yvir havt 80 - 90 mál um harðskap um árið, so heldur gongdin higartil í ár sær, verður talan um eina munandi lækking.