Nógv mest brennivín

Hóast sølan av brennivíni er í afturgongd, er tað framvegis nógv tann størsti parturin av søluni í rúsuni.
Sølan av sprutti er framvegis 60% av allari søluni hjá Rúsuni og tað er eisini tann sølan, sum gevur nógv størstan vinning.
Vinningurin hjá Rúsuni av at selja sprutt er 45% fyri hvønn litur av alkoholi, altso tá ið spruttið er umroknað til 100% alkohol.
Tá ið sølan av sprutti fellur, hevur tað sostatt eisini stóra ávirkan á vinningin hjá Rúsuni.
Tí er tað tórført hjá okkum at liva upp til kravið frá politiska myndugleikanum um, at vit skulu hava eitt ávíst avlop.
- Tað hava vit klára væl, sigur Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsuni
Myndugleikarnir kravdu í 2009, at vit skuldu hava 11,8 milliónir, men í ár var kravið frá politiska myndugleikanum, at vit avlopið skuldi hækkast upp í 16,8 milliónir, tað ein vøkstur upp á 47% - 48%.
- Tað verður ein tórfør uppgáva at hækka avlopið fimm mlliónir, tí tíðirnar eru ringar og samstundis hevur príshækkingin í heyst havt sera stóra ávirkan við tað, at sølan er minkað.
- Í góðum tíðum hevði príshækkingin helst ført til hægri vinning, men í ringum tíðum førir hon til minni sølu og minni vinning.
Eisini landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ásannað, at tað verður tórført hjá Rúsuni at liva upp til avlopskravið og tí hevur hann lækkað tað.
Í frágreiðingini, hann legði fyri Løgtingið í sambandi við uppskotið um fíggjarkarmin fyri næsta ár, staðfestir hann, at príshækkingin í heyst hevur tálman nýtsluni so nógv, at at inntøkurnar als ikki eru øktar samsvarandi. Tí verður neyðugt at lækka avlopskravið upp á 16,8 milliónir, niður í 14,8 milliónir krónur um árið.
Les eisini greinina: Føroyingar fara burtur frá sprutti og greinina. Miðalstyrkin fellur, umframt greinina: Leygardagurin fer ikki at økja umnýtsluna.