Nógv meirvirðisgjald í ár

Landskassin hevur fingið sera nógv inn í meirvirðisgjaldi í ár Landskassin fær so nógv meirvirðisgjald av innfluttum vørum sum ongantíð fyrr, og tá árið er av, verður inntøkan frá meirvirðisgjaldi helst einar 150 mió. krónur størri í ár enn í fjør.

Samstundis vísa tølini, at eftirstøðan av meirvirðisgjaldi er minni í ár enn um somu tíð í fjør, 54,8 mió. krónur í ár ímóti 58 mió. krónum í fjør.

Arnold Nielsen, stjóri á Toll- og skattstovuni, sigur við Kringvarpið, at so leingi Toll- og skattstovan roknar við at fáa nakað av peningi inn, verða krøvini ikki slept.