Nógv mangla valkort

Býráðið í Havn boðar frá, at tey, ið ikki hava móttikið valkort, fáa hesi á valstaðnum Ongin veit, hvat er kiksað, men veruleikin er, at hóast Løgtingsval er í morgin, eru tað enn nógv hús í Havnini, sum ikki hava fingið valkortið sendandi.

Enn er óvist, hvussu nógv fólk, talan er um, men Jens Marius Poulsen, formaður í valnendini, sigur, at talan er um nógv fólk.

Fleiri valevni stúra fyri, at hetta kann fáa fólk at setast aftur, heldur enn at fara á val.

Hilmar Høgenni í innlendismálaráðnum veit heldur ikki, hvat er hent, men hann sigur, at valkortini vórðu send í so góðari tíð, at tey seinastu skuldu havt kortini hósdagin.

Hann sigur, at so vítt hann veit, er tað tilvildarligt, hvør ikki hevur fingið valkort og talan er sostatt ikki um nakað mynstur.

Men ein orsøk kann vera, at skrásetti bústaðurin samsvarar ikki við veruliga bústaðin.

Hjá Hilmari Høgenni sjálvum hendi eisini tað, at valkortið mundi enda í ruskspannuni saman við eini rúgvu av lýsingabløðum.

Men hóast fólk ikki hava fingið valkortini, er ongin grund at stúra, tí øll sleppa á val kortini, bara tey standa á vallistanum.

Vallistarnir hava ligið frammi og har hava fólk havt høvi at kanna eftir, um tey standa á listanum.

Tey, sum hava hug at veljam skulu bara møta upp, men so skulu tey hava koyrikort ella okkurt annað samleikaprógv við.