UPPTAKT
Týskvøldið var B36 venjarin, Sigfríður Clementsen, millum áskoðararnar, sum sóu KÍ tapa 2-0 á heimavølli móti Skála. B36 venjarin hevur neyvan mist svøvnin av tí, sum hann sá í Klaksvík.
B36 vann sunnudagin 2-0 í Fuglafirði, og tað tykist sum um, at teir eru á veg rætta vegin. Um metast skal út frá B36 avrikinum móti ÍF, og út frá KÍ avrikinum týskvøldið, so er sannlíkið ikki serliga stórt fyri poleraðum fótbóltsspæli, men heldur um stríð og nógvar nærdystir, tá ið KÍ sunnudagin fer at vitja B36. Men nú verður talan um nýggja uppgerð, og tað kann væl fara at vísa seg, at tað ikki bara verður spennandi og harvið undirhaldandi, men eisini gott fótbóltsspæl. Bæði B36 og KÍ eiga góðar fótbóltsspælarar.
Hagtølini siga, at tað er ógvuliga stórt sannlíki fyri, at áskoðararnir fara at vera vitni til fleiri mál í Gundadali. Seinasta ferðin, at tað endaði málleyst, tá ið B36 og KÍ hava spælt í høvuðsstaðnum, var í 1978.
Í fjør spældi B36 í 1. hálvleiki KÍ sundur og saman og var frammanfyri 2-0. Eftir steðgin snaraðist alt á høvdið. KÍ fekk takið, teir javnaðu til 2-2, og síðstu løtuna var um reppið, at teir fingu sigursmálið. Í fyrraárið vann B36 7-1, og í 2002 var úrslitið 3-3. So søgan bendir á, at tað fara at verða skorað mál í Gundadali sunnudagin.
Tá ið B36 sunnudagin var í Fuglafirði var liðformaðurin, Pól Thorsteinsson, ikki við. Tað verður roknað við, at hann aftur hesa ferð verður tøkur, og harvið fer Fróði Benjaminsen at verða fluttur longri fram á vøllin.
Í Klaksvík er Leon Bjartalíð tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur síðani KÍ var í Gøtu.