Klokkan 18 í kvøld verður býráðsfundur í Havn. Nógv mál eru sum vant á skránni, og millum málini hesuferð eru millum onnur val av leigunevnd fyri tvey ár og viðgerð av byggisamtyktini fyri samanløgdu kommunurnar, Argir og Havnina.
Fleiri tilmæli eru komin frá fíggjarnevndini, og skulu hesi eisini viðgerðast á býráðsfundinum. Fíggjarnevndin mælir býráðnum til, at 4,6 millónir skulu játtast av íløguætlanini fyri 1999 til bygging av kommunuviðtaluhølum í Gundadali. Fíggjarnevndin mælir umframt hetta til, at 500.000 krónur verða nýttar til kirkugarðin og 370.000 krónur til projektering av nýggjari venjingarhøll í Hoyvík. Eisini verður mælt til at játta 7,5 millónir til framhald av at gera Marknagilsvegin lidnan.