Nógv landing í Klaksvík

Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík hevur nógvur aktivitetur verið í dag, og fleiri skip hava lagt veiðina upp við Kósabrúnna. Eisini í Norðhavnini er rokan við landing. Fimm línuskip lógu við Kósabrúnna og landaðu, meðan Næraberg lá í Norðhavnini. Haraftrat var verksmiðjuskipið Norðborg væntandi í kvøld við fullari last.

Tað veit heimasíðan hjá Norðlýsinum at siga.

Lagt verður aftrat, at línuskipið Kvikk hevur landað góð 41.000 pund, Tummas Nygaard 52.000, Stapin 100.000, Jákup B góð 70.000, og Klakkur landar 60.000 pund.

Í dag lá Næraberg í Norðhavnini og landaði góð 1900 tons. Norðborg, sum hevur verið til fiskiskap í eina viku, kemur í kvøld við fullari last, umleið 1300 tonsum av frystum.

Christian í Grótinum, sum nú eisini er komin í flotan, fór til fiskiskap gjárakvøldið.