Nógv æl í væntu

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, men fyrrapartin makar hann vindin í lot til andøvsgul og seinnapartin hækkar hann í landsynning og eystan og makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Ælaveður, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum 7 og 12 stig. Í nátt øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður, men út á seinnapartin bara okkurt hendinga æl. Hitin millum 7 og 9 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl og hitin millum 4 og 8 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin hækkar í útnyrðing og øtlar í strúk í vindi upp í skrið um náttina, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, út á dagin nógv regn. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum um náttina makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, serliga fyrrapart. Hitin um dagin millum 8 og 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Okkurt æl og sólglottar av og á. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina niður í 5 stig.

 

Mánadagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Regn og seinni ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.