Allan seinnapartin hava sjúkrabilar koyrt runt í Havnini við útrykningi. Tað kann tykjast, sum okkurt heilt álvarsligt er áfatt, men tað er tað ikki. Talan er um venjingar Síðani á døgurða hevur nógvur útrykningur verið at hoyrt runt í Havnini, og hava sjúkrabilar koyrt aftur og fram við stórum títtleika.
Hóast tað kann tykjast ógvusligt, og nógv ýl eru at hoyra, er talan ikki um nakra vanlukku.
Hinvegin er talan um venjingar, har sjúkrabilarnir skulu rykkja út til fiktivar ólukkur runt um í Havn.
Jógvan Jensen, ið hevur Tilbúgvingarstovuna, sum skipar fyri skeiðum og útbúgving innan tilbúgving, sigur, at hetta bert er ein liður í útbúgvingini hjá ambulansuførarum.










