Nógv æl komandi vikuna

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av útsynningi, sum spakuliga snarar í ein sunnan og landsynning, 3 til 8 m/s. Ælaveður og samdrigið. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 10 og 12 stig. Um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, og tað fer at regna. Hitin um 9 stig.

 

Mánadagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum hækkar í ein útnyrðing og norðan og makar í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og seinni suðri, 5 til 10 m/s. Okkurt æl og samdrigið, men um náttina meiri skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig.