Nógv kjak um undirsjóvartunlar í Løgtinginum

Í morgin verður nógv kjak um undirsjóvatunlar í Løgtinginum. Hetta verður ein tingfundur, har tinglimir fáa høvi at spyrja løgmann og landsstýrisfólk um alskyns viðurskifti og tað er greitt, at fleiri spurningar fara at verða settir um undirsjóvartunlar, helst Skálafjarðartunnilin. Hetta er í kjalarvørrinum á, at tað nú er ein ivaspurningur, hvussu tað fer at ganga hjá privata felagnum, sum hevði í umbúna at gera hann.

Í hesum sambandi er greitt, at Annika Olsen, landsstýriskvinna, fer at fáa minst tríggjar spurningar um undirsjóvartunlar, tveir frá Bjørt Samuelsen og ein frá Bil Justinussen.

Bjørt Samuelsen vil hava at vita, um landsstýriskvinnan er sinnað at lata tað almenna byggja og reka Skálafjarðatunnilin og hon vil eisini hava at vita um hon er sinnað at

leggja tunlarnar saman í eitt felag, og lata eitt sterkt tunnilsfelag standa fyri rakstri og byggingum av øllum undirsjóvartunlunum í Føroyum?

Og so vil hon eisini hava at vita um tey eru sinnað at lata Bank Nordik fíggja tunnilin, so at verkætlanin kann setast ígongd sum skjótast?

Hon heldur, at yvirskotið, sum Skálafjarðartunnilin fer at geva, kann brúkast til at fíggja aðrar neyðugar útbyggingar av samferðslukervinum, eitt nú Sandoyartunnilin, heldur enn at enda í privatum lummum, sum samgongan ætlar.

Annars vil løgtingskvinnan eisini hava at vita, um landsstýriskvinnan nú ætlar at bjóða tunnilin út, ella um hon umhugsar onkra aðra loysn og kanska lata tað almenna gera hann?

Bill Justinussen vil rætt og slætt hava at vita, nær lánið í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum er goldið?

Og so vil hann hava at vita, um politisk lyfti eru givin um ókeypis koyring, tá ið lánini eru goldin. Og um so er, vil hann hava at vita, hvussu hesi lyfti eru givin.

Og fyri at fáa púra greiði á spurningunum, vil hann hava at vita um tað verður

ókeypis at koyra ígjøgnum hesar tunlar, tá teir eru skuldarfríir.