Nógv kend nøvn at spæla saman við

Prix-bólkarnir, sum sleppa til útlendsku festivalarnar at spæla, kunnu gleða seg til at spæla saman við nógvum kendum donskum og útlendskum nøvnum. Serliga í Skanderborg eru nógv kend nøvn á skránni

Tríggir av størru donsku summarfestivalunum fara at hava føroyskan bólk við í ár.
Tónleikafestivalarnir í Skanderborg, Nibe og Jelling koma í apríl mánaði til Føroya, og teir fara at velja sær ein bólk millum teir, sum eru við í Prix Føroyar finaluni. Hesir bólkar kunnu gleða seg til eina spennandi avbjóðing, har teir koma á plakatina saman við nógvum kendum tónleikanøvnum.
Í fjør vóru Nibe og Jelling eisini til Prix-finaluna, og hesaferð er Skanderborg komið afturat. Í Skanderborg verður kappingin Star Fighters, sum er fyri nýggjar bólkar, og her skal vinnarin av Prix Føroyum verða við.

Skanderborg
Skanderborg Festivalurin hevur nógv og fjølbroytt nøvn á skránni teir fýra dagarnar, festivalurin er fyrst í august mánaði.
Enn er ikki endaliga greitt, hvussu skráin verður í ár, men nógv nøvn eru longu kunngjørd. Tiltikni sangarin Led Zeppelin, Robert Plant, kemur til jútska býin saman við sínum bólki. Nógv umrøddu norðmenninir í Kaizers Orchestra verða við, og tað verður eisini familjubólkurin Kelly Family.
Millum mongu donsku nøvnini á festivalinum ber til at nevna TV2, DAD, Kashmir, Sort Sol og Christian.

Jelling og Nibe
Jelling festivalurin verður hildin longu síðst í mai mánaði, og har hava fyriskipararnir boðað frá, at Status Quo verður høvuðsnavn.
Onnur nøvn, sum leggja leiðina fram við í Jelling, eru Gnags, Lars Lilholt, Kim Larsen, Big Fat Snake, Nik & Jay og Hanne Boel.
Festivalurin í Nibe fer fram fýra dagar síðst í juni, og har verður Runrig millum bólkarnar, sum fara at spæla. Runrig var í fjør í Føroyum og spældi á Listastevnuni.
Nýggja heita navnið í donskum rocktónleiki, Carpark North, fer somuleiðis at spæla í Nibe.

Ikki bara vinnarin
Vinnarin av Prix Føroyum hevur tryggjað sær luttøku í Star Fighters kappingini, sum fer fram í Skanderborg, men hinir báðir festivalarnir fara sjálvir at velja, hvørjar bólkar, teir vilja hava at spæla hjá sær.
Í 2001 fekk Clickhaze annað festivalplássið, meðan Týr, sum ikki var millum tríggjar teir fremstu bólkarnar í finaluni, fekk hitt festivalplássið.
Soleiðis kann tað ganga aftur í ár, og tí leggja bólkarnir nógv í, at teir eru við í finaluni, tá ið øll tey heimligu og útlendsku eyguni eru vend ímóti pallinum í Norðurlandahúsinum.