Í kvøld klokkan 19.30 íslendska tíð, sum er 20.30 føroyska tíð, standa fyrrverandi eingilski landsliðsmálverjin David James og liðfelagar hansara í ÍBV andlit til andlit við HB á Hásteinsvøllinum í Vestmannaoyggjunum.
Liðið í Vestmannaoyggjunum eigur at vita ikki so lítið um føroyskan fótbólt. Allan Mørkøre spældi í ÍBV 1999 og 2000, og í 2005 stríddust ÍBV og B36 í europeisku kappingini. Ta ferðina endaði tað 1-1 í Íslandi og 2-1 til B36 á heimavølli. Harvið spældi B36 seg víðari í kappingini.
Sambært heimasíðuni hjá ÍBV so eru íslendingar væl kunnaðir um, at tríggir av HB spælarunum hava royndir úr bestu deildini í Íslandi: Fróði Benjaminsen var í Fram í 2004, Símun Samuelsen var í Keflavík 2005-2009 og Christian R. Mouritsen spældi við Vali 2010-2011.
HB ferðalagið fór til Íslands mánadagin. Í gjár varð farið út í Oyggjarnar. Mánadagin og týsdagin vandu Oddbjørn Joensen og hansara menn á vøllinum hjá FH á Hafnafirði. Í gjárkvøldið vandu teir á Hásteinsvøllinum, har dysturin verður í kvøld.
Nú níggju umfør eru avgreidd í landskappingini, er ÍBV á 6. plássi. Úrtøkan er 15 stig, sum eru komin til høldar í 4 sigrum, 3 javnleikum og 2 tapum.
Oddbjørn Joensen heftir seg við, at ÍBV hevur skorað fá mál, og at uppaftur færri mál eru farin ígjøgnum hjá David James. Málmunurin er 11-7.
-Á okkara liði eru nógvir spælarar, sum hava verið á landslinum og áður hava spælt í europeisku kappingunum. Tí eiga vit at vita, hvat hetta snýr seg um, og at talan í kvøld er um fyrra hálvleik av samlaðu uppgerðini. Um vit eru fokseraðir og arbeiða nógv fyri hvørjum øðrum, so hava vit ein møguleika, staðfestir HB venjarin.
Veðrið í Vestmannaoyggjunum í dag minnir ikki sørt um tað her heima. Har eru 9 hitastig, og tað hevur hug at regna.