Jóannes Eidesgaard er als ikki samdur við teimum, sum siga, at onki hevur verið at síggja til javnaðarpolitikk hesi árini. Tað staðfesti hann í síni seinastu røðu sum formaður í Javnaðarflokkinum.
Hana heldur hann í Norðurlandahúsinum beint nú, á akkurát sama talarastóli, sum hann helt sína fyrstu formansrøðu í mars í 1996.
Í røðuni tók hann aftur í nøkur politisk úrslit, sum hann heldur hevur týdning fyri samfelagið.
Hann spurdi um fólk yvirhøvur høvdu gjørt sær far um, hvussu avmakaðar avleiðingarnar av hesi kreppuni hava verið, afturímóti kreppuni fyrst í nítiárunum, tá ið føroyingar í túsundatali fluttu av landinum.
Orsøkin til tað er ein og bara ein og tað er ALS, sum hevur verið eitt tað størsta javnaðarprojektið seinastu árini og sum tryggjar fólki eina liviliga inntøku, hóast tey missa arbeiðið.
Hann sipaði eisini til Samhaldsfasta, sum eitt annað av stóru projektunum hjá Javnaðarflokkinum.
Als og Samhaldsfasti eru glæsiligir varðar í floksins søgu, segði Jóannes Eidesgaard.