UPPTAKT
Hjá Skála er tað fram ímóti at vera allar síðsti møguleikin. Um liðið skal hava rætt at spæla triðja árið á rað í bestu deildini, so skulu teir fáa stig og helst vinna, tá ið VB í morgin fer at vitja á Skála.
Síðsta sunnudag legði Skála rygg til størsta tapið av øllum í hesum kappingarárinum. Tað kunnu teir liva við, um tað eydnast teimum at vinna í morgin. Men fyritreytirnar kundu havt verið betri, enn tær tóktust at vera í gjár:
? Pauli G. Hansen noyddist at taka seg aftur í steðginum í Klaksvík. Vit rokna við, at hann verður við ímóti VB. Men tað eru tríggir spælarar, sum eru rættuliga ivasamir. Teir eru Bogi Gregersen, Arnhold Berg og Sveinur Justinussen, verður sagt av Skála.
Sveinur fekk skaða í annað knæið í venjingardysti í hondbólti mikukvøldið, tá ið St.Í.F. spældi ímóti Kyndli. Arnhold Berg er eisini plágaður av knæskaða, og Bogi Gregersen hevur trupulleikar við liðbondunum í øðrum fótinum.
Á plusssíðuni telur tað, at Eugen Voda, sum leingi hevur verið skaddur, aftur er farin av venja. Kanska verður hann í Skála málinum í morgin.
Alt væl
Heilt víst er tað, at Bjarni Johansen aftur í morgin fer at verja VB málið. Vágbingar hava allar spælararnar tøkar. Mortan úr Hørg og Palli Augustinussen hava ikki vant saman við hinum síðstu vikurnar, tí teir hava arbeitt norðanfjørðs.
VB fekk ikki høvi at royna seg í meiri enn eitt korter síðsta sunnudag. Ætlanin segðist vera, at dysturin ímóti GÍ skuldi verða spældur síðsta hóskvøld, men tá roknaði veðurmaðurin aftur við fitt av vindi, so tað kom ongantíð har til, at gøtumenn fóru suður. Nú verður roknað við, at dysturin kanska verður hóskvøldið í næstu viku.
Kenna tit tykkum at hava tryggjað tykkum ímóti niðurflyting?
? Vit hava framvegis tólv stig at spæla um, og vit leingjast eftir at sleppa upp í part aftur, tí nú eru tríggjar vikur síðani, at vit síðst spældu landskappingardyst. Hjá okkum ræður um at fáa so nógv stig, sum tað ber til. Vit vita ikki, hvat FS Vágar kann gera við hini liðini, men fyri støðuna hjá okkum hevur tað stóran týdning, at vit vinna hvørja ferð og ikki minst, at vit fáa fult á Skála í morgin, sigur Bjarni Johansen, veteranurin í VB málinum.
Í sjeynda umfarinum vann VB á heimavølli 2?0 á Skála.