Seinastu vikurnara hava fleiri innbrot verið í Havnini í økinum Villingardagsvegurin-Sundsvegurin og síðugøturnar har.
Talan er um innbrot, har brennivín og annað er tikið.
? Vit halda, at tað eru ung fólk, sum standa aftanfyri innbrotini, tí í flestu førum er tað rúsdrekka, sum verður tikið. Øl og onkuntíð er onkur whiskeyfløska horvin, sigur Palli Augustinussen á kriminaldeildini.
Palli Augustinussen sigur, at tjóvaríini henda sum oftast har, sum hurðar hava staðið ólæstar, og heitir tí á fólk um at læsa hurðarnar áðrenn tey fara frá húsum.
? Flestu innbrotini eru hend millum klokkan eitt og fýra um dagin. Fólk skulu tí læsa húsini, tá tey fara til arbeiðis og annað, tí tað er so skjótt at leypa inn og taka okkurt. Eisini í durum, har jakkar og tílíkt hanga, eru ofta fartelefonir og visakort í lummunum, og tað er skjótt at fara avstað við.
Eisini heitir politiið fólk á, um at lata vera við at goyma lykilin til húsini á einum alt ov sjónligum staðið og ikki ov nær hurðina.









