Nógv herverk um vikuskiftið

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tað hevur verið nógv herverk í Havnini hetta vikuskiftið. Men tað hava ikki bert verið herverk, sum eru vorðin fráboðaði hetta vikuskiftið

Herverk
Solby A.Eliasen

Leygarkvøldið var dansur í Badmintonhøllini, og vakthavandi á poltitistøðini sigur, at tað vísir seg at verða meir at gera hjá løgregluni tá.
Um tvey-tíðina náttina til sunnudagin breyt ein 14 ára gamal drongur inn í eini sethús við Varðagøtu og stjól ein bógv. Løgreglan fekk fatur á dronginum.
Eisini var eitt innbrot í kjallarin í sjálvari Badmintonhøllini, men ikki er greitt enn, um nakað varð stolið.
Nakað seinni um trýtíðina fekk løgreglan boð um ein bardaga í býnum. Tað vóru tveir mans, sum vóru farnir at berjast um eitt konufólk. Tann eini av teimum varð handtikin og verður skuldsettur fyri harðskap.
Vakthavandi sigur, at tað sá álvarsligt út, men veit ikki at siga, hvussu støðan hjá tí eina manninum er nú.
Leygarmorgunin sást ein neyðrakett yvir Argjalandinum. Løgreglan boðaði Vaktar og Bjargingartænastuni frá og kannaði eisini málið sjálv. Men har var onki at síggja, so gitt verður, at rakettin bleiv send frá landi av.
Vakthavandi greiddi eisini frá einum afturvendandi trupulleika. Og tað eru allir hundarnir, sum ganga leysir úti í Nólsoy. Vakthavandi sigur, at løgreglan hevur verið har úti, og so er í lagi ein tíð, men so byrjar tað aftur.
Hetta er ein aftur vendandi trupulleiki, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.