Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá føroysku ítróttarfólkunum á Bermuda í dag.
Serliga eru tað fimleikararnir, sum hava gjørt burtur av sær og við fleiri heiðursmerkjum. Millum annað hevur Øssur Debes Eiriksfoss vunnið gull í lop um hest og venjarin hjá fimleikarunum, Valerijs Savins vann gull í ringum. Harumframt fingu fimleikararnir trý silvurmerki og tvey bronsumerki.
Men fimleikurin er ikki tann einasta ítróttargreinin, sum hevur vunnið heiðursmerkir í dag. Í súkkling hava Føroyar vunnið tvey heiðursmerkir, eitt silvur, sum Torkil Veyhe vann, og so vann Súsanna Skylv Sørensen eisini bronsumerki í tíðarkoyring. Hetta hevur við sær, at Føroyar nú nærkast 20 heiðursmerkjum á hesum leikunum.