Nógv fyri pengarnar

Í Pólandi ber enn til at fáa rímiliga nógv fyri pengarnar. Hvussu verður, tá landið er vorðið limur í ES, siga vanligu pólendingarnir seg ikki at vita, men teir vænta ikki tann stóra munin. Tað, vit vestaneftir halda vera bíligt við okkara inntøku, er eftir teirra tykki ikki so øgiliga bíligt kortini. Alt er lagt hvørt eftir øðrum

Er talan um at fara út at ferðast, er Póland avgjørt eitt áhugavert boð. Í hvussu er so leingi landið ikki er partur av ES. Har er rættiliga bíligt eftir okkara viðurskiftum. Alt, tú hevur brúk fyri, er at fáa, og gistingarviðurskiftini fáast, eftir sum goldið verður fyri. Hotellini standa ikki aftan fyri tey, tú finnur í øðrum londum.
Vakni við fuglaláti og fari av songini. Lati vindeygað upp og hyggi út í parkina uttanfyri. Tað hevur regnað í nátt, haldi eg meg síggja nakað burturi, men her uttan fyri vindeygað er mestsum turt, tí trækrúnurnar hava tikið tað, sum var.
Her er friðaligt. Nøkur fólk ganga og spáka í parkini. Hetta minnir mest um hesar romantisku ensku sjónvarpsrøðirnar.
Hotelrúmið er nýístandsett. Her er alt, sum eitt slíkt krevur. Sjónvarp og køliskap. Sjónvarpið hevur týskar og polskar ræsur. Týkst gekk ann, men av polskum bar ikki til at skilja eitt einasta orð. Uttan »katastrofa«. Men í hvørjum sambandi hon varð nevnd, veit eg enn ikki.
Til rúmið er frálíkt baðirúm og skápspláss, sum skilliga er gjørt út til, at her skulu fólk helst búleikast einar tvær-tríggjar vikur, meðan tey eru á »kuruppihaldi« og fáa ymsu viðgerðirnar. Men songin er í so bleyt, haldi eg meg kenna á rygginum, tá eg vakni. Men soleiðis vil ivaleyst onkur hava tað.
So nú verður helst ikki so galið at royna fysioterapeutin, sum skal knúlva mjóryggin eina løtu fyrrapartin. Havi fingið ein seðil í hondina, har á stendur, hvar eg skal møta. Men tað er ikki bara sum at siga tað at týða polskt mál. Tað dugi eg ikki. Men í fleiri umførum eydnaðist kortini at finna onkran, sum dugdi at siga mær, hvar eg skuldi. Jú, eg náddi fram til tíðina.

Maturin
Maturin her á hotellinum er ein søga fyri seg. Men so skal viðmerkjast, at vit eru gestir hjá leiðsluni, so ivaleyst fáa vit serviðgerð við øllum tí allarbesta, ið yvirhøvur er at bjóða.
Vit ganga gjøgnum stóru matarhøllina, har fólk sita við reyð-, gul- og grøndekkað borð. Lagt verður merki til, at longri inn vit koma í rúminum, tess meira er á borðiskinum. Vit fara heilt inn á botn og í annað rúm, har bara vit og hotelleiðslan sita til háborðs.
Spyrji hvat hetta við litunum merkir. Jú tað er so, sigur hotelstjórin, at uppihaldini eru tríbýtt. Sjúkrakassarnir gjalda eitt slag. Tryggingar tað næsta. Og gesturin sjálvur tað triðja. Og í øvugta raðfylgju av tí, nevnt er, kostar tað mest, so tey, sum gjalda mest - tað eru tey, sum gjalda sjálv - fáa eisini serviðgerð við millum annað matinum.
Men vit, sum gestir eru uttan at gjalda, vit fáa mat, sum vil nakað. Tungan, traditionellan polskan bóndamat, sum avgjørt ikki er ætlaður fólki at klænka av. Her er eingin vektansari. Ikki tykjast kaloriutabellir uppfunnar her. Men her verður sett tað, húsið formár - og viðhvørt høvdu vit hug at halda, at tað kanska var yvir evni - fyri hesar fremmandu gestirnar. Heil listaverk, sum rættiliga nógv var gjørt burturúr. Og so smakkaði tað eisini óføra væl.
Øðrvísið var tað sonevnda kurvatnið, sum fekst allastaðni og aftur við øllum. Stóð eisini á kamarinum. Hóast tað varð sagt at hjálpa móti at kalla øllum, tær kundi hugsast at bila, smakkaði tað bart út sagt illa.

Heimferðin
Trupulleikar vóru á vegnum til Pólands, og teir vóru ikki av, hóast nøsin varð vend heimeftur aftur.
Vit vitjaðu ymsik støð har suðuri móti kekkiska markinum. Beint við markið vóru vit og sóu aðrar undurgerandi keldur. Haðani vóru bara einir 130 kilometrar til Prag, so haðani gera fólk javnan útferðir til kekkiska høvuðsstaðin, greiddi ferðaleiðari okkara frá. Men vit skuldu øvugtan veg. Norður eftir til Wroclaw.
Á vegnum býr ein heldur sjáldsamur bóndi, sum eigur størsta privata fornminnissavnið í Pólandi, letur hann sjálvur at. Og hann hevur eftir øllum at døma tað, vit vanliga nevna »samlaramani«.
Tað tykist, sum maðurin hevur sett sær fyri, at nú skal hann savna eitthvørt, og so fær hann ikki afturhald. Tað er ikki við mýkindum, har er drigið saman. Okkara egni navnframi Sámal Mathias kann gott geva upp. Hansara rekarúgvur vóru jú heldur ikki skipaðar sum hjá hesum polakkinum, sum hevði fullar veggir av strúkijørnum. Aðrar við hermannabúnum. Eini tvey hús við gomlum motorsúkklum og hestavognum. Harmonikur. Grýtur og pannur. Radiotól og plátuspælarar. Brúðarkjólar úr ymsum ættum og tiðarskeiðum Og so sanniliga eisini ein lítlan, privatan djóragarð uttanfyri.
Men her var ikki at steðga. Vit skuldu náa flogfarinum í Wroclaw, og polsku vertir okkara vildu sleppa at vísa okkum eitt vøruhús í útjaðaranum av býnum, áðrenn farið varð á fogvøllin.
Skilji, at teir vóru eitt sindur ernir av hesum húsinum, sum bókstaviliga hevði alt at selja. Uttan ta tiltiknu livandi grindina. Og prísirnir vóru framvegis í botni.
Men á flogvøllinum var einki flogfar, ið skuldi flyta okkum til Danmarkar. Tað var seinkað úr Kastrup.
Og aftur stóð eg so í Kastrup nakrar tímar seinni og rakk ikki flogfarinum hjá Atlantsflogi, sum skuldi flyta meg víðari til Føroya hendan seinnapartin.
Cimber Air, ið saman við Rejsehuset & Kurselskabet í Charlottenlund stóð fyri ferðini, syrgdi so fyri, at eg fekk innivist í København um náttina, og dagin eftir varð so farið til Føroya við vanliga rutuflogfarinum. Men heldur ikki uttan trupulleikar. Vit vóru ein túr í Bergen, eftir at hava verið yvir vøllinum í Vágum.
Men tá so at enda varð lent í Vágum, var alt viðførið kortini aftur í aftur komið.