Ein triðingur av øllum ferðafólki, sum hava gist í Føroyum higartil í ár, eru úr Danmark. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir ferðafólkini í Føroyum.
Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár var talið á gistingum 146.675. Tað eru fimm prosent, ella 7.000 gistingar fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør
Men annars er ein góður fimtingur av ferðafólkunum, føroyingar, sum ferðar í egnum landi. Hinvegin eru 17 prosent úr øðrum Norðurlondum, 25 koma úr øðrum londum í Evropa og restin kemur aðrastaðni úr verðini, Asia, Amerika, Kyrrahavslondum og Afrika.
Men serliga eru tað fleiri fólk ur Sveis, Svøríki, Bretlandi og Týsklandi, sum eru fleiri í tali í Føroyum nú enn áður.