Fólkatalið vaks við 883 fólkum í fjør, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið so stór sum nú. Av vøkstrinum í fólkatalinum í fjør eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk.
Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 236 fleiri mannfólk enn konufólk, sambært Hagstovuni. Samstundis var ein lítil yvirvág av drongjum í føðitalinum við 8 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 43, so samanlagda úrslitið var 201 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.
Tað var serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað vóru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.