Føroyingar eru nógv raskari at fara til arbeiðis enn danir og aðrir evropearar. Hetta vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt yvir vinnutíttleikan í Føroyum, samanborið við aðrastaðni
Vinnutíttleikin vísir, hvussu stórur prosentpartur av fólkinum í vinnuføra aldrinum er í vinnu, afturímóti fólkatalinum í sama aldri, sum ikki er í vinnu.
- Tað er merkisvert, hvussu nógv størri vinnutíttleikin er í Føroyum, enn hann er í Danmark og í ES londunum.
Í Føroyum er vinnutíttleikin 85,4% í Danmark er hann 71,6% og í ES er hann 64,4%.
Tølini vísa eisini, at føroysku kvinnurnar hava næstan líka høgan vinnutíttleika sum føroysku menninir. Og ikki bara menninir liggja langt omanfyri teirra europeisku felagar, men tað gera kvinnurnar eisini. Tað er merkisvert, at føroyskar kvinnur hava ein vinnutíttleika uppá uml. 82%, samanborið við 68% í Danmark og einans 58% í ES londunum ? og haraftrat er vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum eisini størri enn hjá monnum, bæði í Danmark og ES-15 londunum.
Hagstovan sigur, at niðurstøðan er greið: Bæði kvinnur og menn í Føroyum byrja fyrr á arbeiðsmarknaðinum, eru meira virkin í teim stóru vinnuføru aldursbólkunum, og halda nógv longri á, enn kvinnur og menn í Danmark og í teim mest framkomnu ES-londunum.
Ein orsøk kann vera, at í Føroyum eru tað nógv fleiri, helst kvinnurnar, sum arbeiða parttíð.
Spurningurin er, um hetta er ein serligur eginleiki við føroyska arbeiðsmarknaðinum, at hann er meira opin og liðiligur, tá tað snýr seg um møguleikan hjá fólki at kunna arbeiða parttíð.
Eitt annað er, at í okkara grannalondum er pensjónsaldurin munandi lægri enn í Føroyum.