Nógv fingið skaða í ferðsluni í fjør

   

John Johannessen


Í hagtalstilfarinum fyri 1998 hjá løgregluni verður upplýst, at nógv flreiri fólk hava fingið skaða í ferðsluni í 1998 enn undanfarin ár. í 1998 fingu 83 fólk skaða í ferðsluni. Hetta er væl meira enn í 1997, tá 53 fólk fingu skaða í ferðsluóhappum. Síðan 1993 hava aldri so nóg fólk fingið skaða í ferðsluni, sum í 1998. Miðaltalið fyri fólk, ið hava fingið skaða í ferðsluni millum 1993 og 1997, liggur um tey 53, so sigast kann, at talið fyri 1998 er høgt.

Hóst so nógv fólk fingu skaða í ferðsluni í 1998, vóru ferðsluóhappini ikki nógv fleiri enn undanfarnu árini. í 1998 fekk løgreglan boð um 1.250 ferðsluóhapp, og 83 fólk fingu í hesum sambandi skaða. Hetta kann samanberast við 1993, tá talið av ferðsluóhappum var 1.262, meðan talið av teimum, ið fingu skaða, bert var 59.


Færri nýta rúsevni

Frágreiðingin hjá løgregluni vísir eisini, at færri eru tikin í sambandi við ólólig rúsandi evni í 1998 enn undan-farin ár. Talið av teimum, ið eru tikin í sambandi við ólóglig rúsandi evni í 1998, er 32. Harafturímóti kann nevnast, at í 1995 vórðu 53 tikin í sambandi við ólólig rúsandi evni.


Promillukoyringin

tann sama

Talið av føroyingum, ið koyra við kenning var í 1998 umleið tað sama, sum tað hevur verið tey seinastu árini. Í 1998 vórðu 155 føroyingar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka. Í tíðarbilinum millum 1993 og 1998 hevur hetta talið ligið millum 133 og 199. 1993 var árið, tá ið flest vórðu tikin fyri at koyra við kenning.