Nógv ferð og bardagi

Vikuskiftið hevur verið sum vanligt hjá løgregluni. Onkur koyrdi ov skjótt, onkur annar var ov bráðsintur,og onkur hevði ov langar fingrar og kendi ikki mun á mínum og tínum

Løgreglan í Havn letur at hampiliga friðaligum vikuskifti. Ov nógv ferð, harðskapur og innbrot standa í samdøgurðsfrágreiðingini hjá vakthavandi.
Vakthavandi á løgreglustøini í Havn sigur frá, at um vikuskiftið var onkur, sum koyrdi alt ov skjótt í mun til tað, loyvt er.
?Og tað er ikki so tuttligt hjá teimum aftaná, heldur politisturin.
Okkurt smávegis ferðsluóhapp hevur eisini verið. Eitt var á vegamótinum Sundsvegur / Norðari Ringvegur, har tað meira enn so kemur fyri, at slík henda. Eitt prutl og ein bilur stoyttu saman, sigur løgreglan. Okkurt smátt av materiellum skaða hendi, men eingin mansskaði.
Kavi legðist um vikuskiftið, men tað hevur ikki elvt til nakað óhapp, sum tey vita at siga um á løgreglustøðini í Havn.
Summi fólk hava hatta har við at missa tamarhaldið á sær sjálvum í dansi ella kanska serliga aftan á dans. Soleiðis var eisini tíðliga sunnumorgunin, tá ein maður slóg ein annan í høvdið við eini fløsku. Hetta hendi í Klubbagarðinum.
Fráboðanin til løgregluna segði, at maðurin bløddi illa, og hann varð tí fluttur á Landssjúkrahúsið. Men tað vísti seg ikki at vera so álvarsligt kortini, og neyðugt varð ikki at seyma nakað, sigur løgreglan.
Maðurin, sum sló við fløskuni, varð stutt eftir handtikin av løgregluni.
Innbrot varð leygarnáttina í handlinum Damor á Argjum. Har var radio- og tónleikaútgerð fyri einar 25.000 krónur stolin. Eisini vórðu umleið 6.000,- krónur í reiðum peningi tiknar, eins og ein kekkur, sum var í húsinum, eisini varð tikin.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at gerningsmenninir eru farnir inn gjøgnum eina garaguhurð og haðani inn í sjálvan handilin, har vørurnar og peningurin eru tikin.
Eitt vitni boðaði løgregluni frá, at hava sæð tveir bilar í økinum um hesa tíðina, og út frá teirri frágreiðingini tók løgreglan leygardagin tríggjar mans. Ein 18 ára gamlan og tveir 19 ára gamlar.
Húsarannsókn varð gjørd, og har vóru allar vøruranr, sum tiknar vórðu úr handlinum, funnar. Eisini fann løgrelgan allar pengarnar. Sjálvt kekkurin er afturkomin, sigur Bergleif Brimvík.
Menninir vóru eftir avhoyringar, har teir játtaðu seg sekar, leyslatnir og bíðað nú eftir at koma fyri rættin.