Ferðin er nógv hjá fleiri bilum á vegateininum Millum Fjarða.
Í gjár vórðu ferðmátingar gjørdar har, og fimm bilar høvdu so nógva ferð, at bilførararnir fingu teytaða frádøming og skulu upp til nýggja koyriroynd.
Ein koyrdi 132, ein 121, tveir 116 og ein 115 km um tíman.
At kalla hvønn dag er politiið úti og ger ferðmátingar ymsa staðni í landinum.