Grønland er vorðið eitt væl umtókt mál hjá teimum stóru ferðamannaskipunum, sum sigla aftur og fram í Norðuratlantshavinum við ferðafólki. Grønlendska kringvarpið sigur, at í mánaðunum frá juli til september í ár leggja ferðamannaskip 370 ferðir at bryggju í Grønlandi.
Ikki óvæntað er Ilulissat tað mest vitjaða plássið við 63 vitjanum. Onnur væl umtókt pláss eru Sisimiut, Kangerlussuaq og Nuuk.
Men sambært kringvarpinum er tað at kalla alt Grønland, sum fær vitjan av ferðamannaskipum í summar. Eitt nú leggja 12 skip at í Illoqqortoormiut, og sjey leggja at í Qaanaaq.