Nógv fara í dans leygarkvøldið

Tað verður eftir øllum at døma góður hýrur í høllini á Hálsi nú leygarkvøldið, tá ið Scandinavia og Spaðar 5 spæla til dans, og nógv fólk hava tryggjað sær atgongumerki til tiltakið.

 

Scandinavia, sum kemur til Føroya í morgin, er eitt sera vældámt orkestur. Fleiri av limunum hava spælt saman síðan stovnanina í 1988, og við fleiri enn túsund konsertum í sjáttuni er talan um eitt av best samanspældu dansiorkestrum yvirhøvur.

 

Eisini Spaðar 5 við Ólavi Øster og hansara monnum stillar upp við sterkastu manning, so tað verður fyrsta floks tónleikur alt kvøldið.

 

Atgongumerki til dansin fáast til keyps á bensinstøðum kring landið. Og eru nøkur eftir leygarkvøldið, kunnu fólk ogna sær tey við dyrnar, tá ið dansurin er byrjaður.

 

Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum skipar fyri kvøldinum, og avlopið frá tiltakinum fer alt til ungdómsvirksemi felagsins.