Nógv færri føroyingar gista á hotelli

Framgongd er í talinum á gistingum í Føroyum, men føroyingar hava í ár brúkt gistingarhúsini minni

Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at nógv færri føroyingar hava gist á hotelli í Føroyum í ár samanborið við í fjør.

Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar vóru 146.675 gistingar skrásettar á føroyskum gistingarhúsum, íbúðum og líknandi gistingarstøðum, og tað var ein framgongd á fimm prosent. Nógv tær flestu gistingarnar eru á hotellum.

Samstundis sum fegnast kann um vøkstur í tølunum á gistingum og útlendskum vitjanum, vísir uppgerðin, at føroyingar sjálvir stóðu fyri nógv færri gistingum frá januar til september í ár samanborið við somu tíð í fjør. Heili 5.330 gistingar færri vóru hjá føroyingum í ár. Afturgongdin er heili 14 prosent.

32 prosent av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 22 prosent úr Føroyum, 17 prosent úr øðrum Norðurlondum, 25 prosent úr europeiskum londum og tey síðstu 4 prosentini uttan fyri Europa.