Nógv fólk vitja framsýningina hjá Stellu

(Ólavsøka - ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard hevði við Stellu Zachariassen úr Sri Lanka

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard hevði við Stellu Zachariassen í beinleiðis ólavsøkusending á Rás2 fyrr í dag.

 

Stella Zachariassen, sum upprunaliga er úr Sri Lanka hevur búð í Føroyum í 26 ár, og hon stórtrívist, veðurlagið leggur hon einki í. 

 

Um ólavsøkuna hevur Stella Zachariassen listaframsýning í gomlu hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa í Niels Finsensgøtu 31. Hon fegnast um undirtøkuna higartil, og staðfestir, at tað serliga eru málningarnir, sum hon málar út frá sínum lívi - málningar, sum lýsa kærleikan - sum fólk eru serliga fegin um at ogna sær.