Nógv fólk til úti-biograf

Í gjárkvøldið skipaði Margarinfabrikkin fyri úti-biografi. Vístur varð skemtifilmurin ?Et sikkert hit? við Hugh Grant og Drew Barrymore.

Líkt var til at fólk hildu hetta vera eitt gott hugskot, tí bæði børn og foreldur í hópatali vóru savnað uttanfyri.

At tað var eitt sindur kalt í veðrinum tóktist ikki bila, tí fólk høvdu latið seg í eftir umstøðunum. Haraftrat varð skipað soleiðis fyri, at bæði kaldar og heitar drykkivørur vóru at fáa.