Fríggjakvøldið var eydnuhjól og kvøldseta við ymiskum hugna og sangi.
Í gjár vitjaði klovnurin Bubu, tað var kondibingo, pylsu- og seyðagrill og eydnuhjól.
Nógv fólk vóru í oynni, og hetta gjørdi, at tað vóru langar bíðirøðir – serliga á Syðradali – at sleppa við strandfaraskipinum Sam.
Fleiri ferðafólka máttu bíða í fleiri tímar, til tey sluppu av aftur oynni.











