Nógv fólk til setanina

Umleið 1200 pakkar við runnum vórðu býttir úr á Skálatrøð, eftir at umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu varð sett sunnudagin

Áhugin millum fólk at planta trø og runnar er vaksandi í Havn.
Kommunan plagar at býta út 800 pakkar, men sunnudagin komu 1200 fólk og fingu sær plantupakka, og tí var bíðirøðin long.
Hetta er sjeynda árið, at Tórshavnar kommuna hevur umhvørvisviku, og lyklaorðið hesa ferð er rudding.
Tað var Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini setti vikuna, og Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni hugleiddi um umhvørvi.
Yvir hundarð fólk møttu til setanina, og aftaná vóru Umleið 100 børn í Grønakova og plantaðu egnu plantu.
Plantupakkarnir vóru samansettir eftir, hvussu harðbalið var, har runnarnir skuldu plantast, og Jóhan Olsen greiddi frá teimum ymisku plantunum, áðrenn pakkarnir vórðu útflýggjaðir.

Hesi fingu grønar virðislønir
Eivind jacobsen frá Sp/f Bellacentrum 40.000 krónur til kanning av, hvat veksur á botninum á smábátum í Havn.

Ólavur í geil Guttesen LeGutt Management 50.000 krónur til Orkustevnu

Bjørki Geyti Føroya Sjósavn 30.000 krónur til "Sjósnivlar og annað smákykt"

Birita Arge og Poula Eidesgaard 60.000 krónur til At gera rusk um til list o.a.

Sunneva Háberg Eysturstein og fleiri: 70.000 krónur til Ert tú til Green?