Nógv fólk til fundartiltak í Øravík

- Vit hava gjørt avtalu við nøkur av teimum, sum við vóru, um at koma til fundar við okkum, har vit fara at umrøða nøkur av hesum hugskotum nærri, sigur Kitty May Ellefsen

Íverksetan

 

Eini 70 fólk vóru til íverksetarakvøld í Øravík í gjárkvøldið. Talan var bæði um vinnulívsfólk, umboð fyri kommunur og áhugaðar íverksetarar.

Fýra áhugaverdir fyrilestrar vórðu hildnir, og fólk sýndu tiltakinum stóran áhuga.

Í fyrsta lagi vóru tað Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum í Klaksvík og Kitty May Ellefsen, nevndarformaður, sum høvdu orðið.

Umboð fyri Taks greiddu eisini frá, hvussu almennu Føroyar møta íverksetarum, og hvørji krøv verða sett fyri at kunna seta á stovn eina lógliga fyritøku. Regin Dalsgaard, íverksetari, segði frá síni fyritøku, sum hevur ment eina skipan við sms-boðum, sum ikki minst fyritøkur kunnu brúka í sínum arbeiði at kalla fólk til arbeiðis.

Áðrenn fundurin í Øravík byrjaði, vóru umboðini fyri Íverksetarahúsið í Klaksvík og vitjaðu borgarstjóran á Tvøroyri.

Kitty May Ellefsen sigur, at hópur av góðum hugskotum komu fram á fundinum, og hon leggur dent á, at tað vóru fleiri, sum veruliga høvdu góð hugskot.

- Vit hava gjørt avtalu við nøkur av teimum, sum við vóru, um at koma til fundar við okkum, har vit fara at umrøða nøkur av hesum hugskotum nærri, sigur hon.

Íverksetarahúsið hevur ferðast kring landið og hildið fundir, eins og skeiðvirksemi hevur verið í Klaksvík.

- Vit vóru soleiðis á Sandi týsdagin í síðstu viku, og eisini her var stórur áhugi fyri tiltakinum, sigur hon.

Kitty May vísir á, at Íverksetarahúsið í Klaksvík sjálvandi spennir um alt landið, og hon fegnast um, at Klaksvíkar kommuna og Eik Banki hava stuðlað húsinum og verkseminum so væl.

- Tað liggur stórt potentiali í íverksetan, og hetta er eitt potentiali, sum vit onga løtu ivast í fer at síggjast aftur í búskapinum, sum tíðin gongur, sigur nevndarformaðurin fyri Íverksetarahúsið.

Nú fíggjarlógin er løgd fram, fegnast Kitty May Ellefsen eisini um, at játtanin til Vinnuframagrunnin er økt við 1,4 miljónum krónum til íverksetan.

- Vit hava eisini søkt um játtan á fíggjarlógini, men hava ikki fingið nakað í hesum umfari. Tí fegnast vit um, at meira peningur kortini er játtaður til Vinnuframagrunnin við tí endamáli at skapa betri karmar fyri íverksetan, sigur hon.