Nógv fólk til frálíka konsert í Nólsoy leygardagin

Konsertin endaði við, at kórini saman sungu tveir sangir, tann seinni nýggi nólsoyarsangurin, sum Charles Gade hevur skrivað, og Janus Nolsø hevur gjørt orð til

Leygardagin var Tórshavnar Manskór úti í Nólsoy og vitjaði Nólsoyar Manskór, og í tí sambandi høvdu gestirnir eina framúr konsert.
Nólsoyar Manskór hitaði fyrst upp við tveimum sangum, og síðani legði Tórshavnar Manskór til brots, og sungu teir tilsamans 14 sangir. Fleiri teirra vóru svenskir, og tað hevur eisini sína søgu, tí kórið hevur nú tveir dirigentar, Bjarna Restorff og so nýtilkomna Kára Bæk.
Kári Bæk hevur í eitt áramál búð í Svøríki, og tí er skráin hjá Tórshavnar Manskóri í ein mun merkt av hesum.
Konsertin varð hildin í Royndarhúsinum, og hóast klangurin er rættiiga góður, er húsið ikki júst Royal Albert Hall.
- Teir syngja hart, ljóðaði ein týðilig barnarødd eftir fyrsta sangin - til stóra frægd fyri fullsetta Royndarhúsið.
Konsertin endaði við, at kórini saman sungu tveir sangir, tann seinni nýggi nólsoyarsangurin, sum Charles Gade hevur skrivað, meðan Janus Nolsø eigur orðini.
Úr Nólsoy verður sagt, at eini 60-70 fólk vóru við til konsertina í Royndarhúsinum leygardagin, og tað má sigast at vera nógv fólk til eina konsert í Nólsoy.