Sjómannadagurin byrjaði í morgun við at føroysku træseglskipini komu á Klaksvík og løgdu at bryggju innast í krókinum við Stórukaj. Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Brimnes, Norðlýsið og Thorshavn.
Stórt kaffiborð var á bryggjuni, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, setti Føroya Sjómannadag og handaði bestu skipum og bátum í Føroyum í 2018 heiðursmerki.
Síðani hevur skipalista-kviss, listaframsýningar, sigling, matur og nógv annað verið á skránni.
##med2##
Vinnarar í fiskikapping
Í gjárkvøldið var fiskikapping. Hesi vunnu:
Gentur undir skúlaaldur: Vón Bergfríð. 2,15 kg.
Gentur í skúlaaldur: Lena Maria Jógvansdóttir. 2,5 kg
Drongur undir skúlaaldur: Jónatan Svøðstein. 2,75 kg
Drongur í skúlaaldri: Jóas Vest. 4,2 kg
Størsta fiskin fekk Jóas Vest: 4,2 kg
##med3##
Vinda hespu
Kapping hevur í dag verið í at vinda hespu. 14 pør tóku lut. Konan helt hespuni, og maðurin skuldi vinda.
Vinnarar vóru Anni og Jógvan Thomsen. Tey kláraðu at vinda upp á 3 minuttir og 57 sekund, nummar tvey vóru Sólrun og John Havn við 3 minuttum og 58 sekundum og nummar trý vóru Gydna og Dávur Johansen við 4 minuttum og 2 sekundum.
##med4##
Ókeypis matur
Fleiri aðrar kappingar vera á skránni í dag, og JFK bjóðar Fish & Chips, Bakkafrost bjóðar smakkiroyndir av laksi, og samtakið Christian í Grótinum bjóðar makrel.
##med5##