Munurin á nýggju og gomlu Mylnuni er eyðsýndur. Nýggja Mylnan er betur útgjørd við nýmótans útgerð, og hon er eitt vet størri enn tann gamla. Harumframt kemur dagsljósið til sín rætt í nýggja handlinum, sum er teknaður av arkitekti.
- Tað er vert at leggja til merkis, at nýggja Mylnan livir upp til útlendskan standard. Vit eru á fullari hædd við líknandi støð uttanlands, sigur Dánjal Jepsen, nýliga settur leiðari í nýggju og gomlu Mylnuni.
Dánjal Jepsen sigur, at fólk hava tikið væl ímóti nýggja handlinum, og væl er vitjað. Nýggi leiðarin vil ikki seta nakað tal á, men hann er væl nøgdur við byrjanina.
Spurdur um hann væntar fleiri vitjandi í hesi nýggju Mylnu enn í tí gomlu, sigur Dánjal Jepsen, at tað er ilt at siga.
- Báðar Mylnurnar hava umleið sama úrval av vørum, men tær liggja ymsastaðni í býnum. Tann gamla liggur í einum bústaðarkvarteri og hevur fleiri húski sum kundar. Tann nýggja Mylnan harafturímóti liggur millum fleiri stór arbeiðspláss, og tískil verður kundaskarin helst ein annar enn í tí gomlu Mylnuni. Men tað er ilt at siga, um fleiri fólk fara at vitja nýggju Mylnuna enn ta gomlu, sigur Dánjal Jepsen.
Nýggja Mylnan við Smyrilsveg í Havn er 220 metrar til støddar.