Nógv fólk mótmæltu á Vaglinum

Í dag klokkan 13.00 var mótmælistiltak á Vaglinum. Endamálið var at mótmæla ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini, sum loyva samkyndum at giftast borgarliga. 

 

 

Nógv fólk vóru komin saman á Vaglinum hesa løtu, har Faðir vár varð biðið og nakrir sangir vóru sungnir.

 

 

Tað er í komandi viku, at broytingin í hjúnabandslógini kemur til triðju viðgerð í Løgtinginum. Eingin orsøk er at halda, at Løgtingið fer at atkvøða øðrvísi við triðju viðger, enn við aðru viðgerð. Tí er alt sum bendir á, at broytingin verður samtykt. 

 

 

Av formligum orsøkum er tó nakað av bíðitíð í væntu hjá samkyndum, sum ætla sær at giftast, eftir at hendan lógin verður broytt. Tí fyri at broytingin skal blíva endalig og koma í gildi, skal nakað av pappírarbeiði til bæði í Føroyum og í Danmark. Tí verður tað helst seinni í summar, at samkynt sleppa at giftast, um also uppskotið verður endaliga samtykt í komandi viku.