Hetta er fjórði veturin at Smyril Line hevur Norrønu í sigling millum Føroyar og Danmark í vetrarhálvuni eisini. Fyrsta árið var hesin nýggi ferðamøguleikin ógvuliga væl umtóktur. Síðani er áhugin minkaður eitt sindur.
Áki Jespersen, leiðari á ferðafólkadeildini á Smyril Line, sigur, at árið í ár hevur verið hampuligt, hvat vetrarsiglingini viðvíkur.
Norrøna hevur ført 520 fólk til Føroyar teir tríggjar seinastu túrarnar undan jólum. Harumframt eru 170 bilar førdir inn í landið.
Til Danmarkar eru hinvegin farin 250 fólk. Talið av ferðfólki hvønn túrin um veturin plagar at liggja millum 50 og 100 um veturin, og um høgíðirnar er tað væl hægri.
Annars er tað mest farmaflutningur, ið Smyril Line satsar uppá í vetrarhálvuni, og nógvur farmur kemur eisini við Norrønu undan jólum.
Jólatilboð
Áki Jespersen sigur, at felagið hevur roynt at hava góð tilboð við høgum avsláttri nú um høgtíðina. Tað er neyðugt, um felagið skal klára seg í kappingini við flogfeløgini, ið kunnu bjóða ferðafólki eina styttri ferð.
? Vit hava havt eitt gott tilboð, har tvey fólk ferðast fyri prísin hjá einum. Tað kostar slakar 3.000 krónur hjá tveimum fólkum við bili at koma til Føroyar, og tað er bíligt, sigur Áki Jespersen.
Hann sigur, at tey eisini hava havt tilboð til lesandi og pensjónistar umframt bilpakkar. Norrøna kemur á Havnina jólaaftan, og tá er nógv fólk við.










