Sosialurin hevur seinastu tíðina varpað ljós á ung, rúsevni og brotsgerðir. Samrøður hava verið við avvarðandi hjá rúsevnismisnýtarum og -seljarum, við leiðaran á Barnaheiminum í Havnini, við narkodeildina á løgregluni og við ein fyrrverandi rúsevnisseljara.
Í kvøld skipar Miðlahúsið fyri pallborðsfundi, og áhugin er stórur. Eini 100 fólk eru komin á pallborðsfund um ung og rúsevni í Miðlahúsinum. Pallborðsfundurin verður sendur beinleiðis á Ràs 2 og in.fo hevur eisini dagføringar frá fundinum.
Meiri verður at lesa um fundin í Sosialinum komandi dagarnar.