Nógv fólk í býnum men nokk so friðarligt

Løgreglan kannar tvey mál um harðskap og í Klaksvík hevur herverk verið

Annað jólakvøld er eitt av teimum stóru veitslukvøldunum og løgreglan sigur, at náttin í nátt var einki undantak í so máta.

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum ymsastaðni, men tað hevur kortini verið toliliga friðarligt.

Men nakrar ferðir hevur løgreglan koyrt fólk til húsar, sum hava verið so drukkin at tey ikki hava klárað seg sjálvi.

Og í tveimum førum er løgreglan í ferð við at kanna, um menn skulu skuldsetast fyri harðskap. Tað eru tvey fólk, sum eru sligin í miðbýnum í Havn og tey fóru bæði á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tað sá ikki út til at tey høvdu fingið nevnivert av skaða.

Løgreglan fer at avhoyra fólk í dag í sambandi við hesar hendingarnar og tá ið tað er gjørt, verður støða tikin til hvat skal henda í málinum.

Og í morgun hava tey meldað í Klaksvík, at herverk hevur verið á fleiri bilar og maskinur hjá Klaksvíkar kommunu. Bilar og maskinur hava staðið parkerað um høgtíðina, men tá ið fólk kom til tey í morgun, eru rútar brotnir á fleiri bilum og maskinum.