Nógv fólk í býnum í Havn í nátt

Løgreglan hevur sent nakrar sjúkrabilar eftir fólki, sum vóru dottin – og hava tikið ein fullan mann á støðina

 

Tað vóru nógv fólk í býnum í nátt, og vit hava sent fleiri sjúkrabilar eftir fólki, sum vóru dottin og máttu á skaðastovuna. Men tað hevur einki álvarsamt verið á skránni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.

Tó so hava teir ein mann liggjandi inni á støðini, sum skal avhoyrast, áðrenn hann sleppur útaftur. Talan var um ein mann, sum var so fullur, at løgreglan fekk ikki tosað við hann í nátt, tá onkur ósemja var í býnum.

– Talan var bara um fullamannatvass, men maðurin var so ómøguligur, tá løgreglan royndi at sissa hann, at hann varð tikin við á støðini. Hann verður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkuna, áðrenn hann verður sleptur leysur aftur, sigur vakthavandi.

Hann sigur eisini, at skeinkistøðini høvdu valt at hava opið til klokkan trý í nátt, og tað merkti, fólk vóru í býnum til um fýratíðina.