BARNLOYSI
Í fjør sendi føroyska sjúkrahúsverkið 25 pør til Danmarkar at fáa viðgerð ímóti barnloysi. Í 2000 var talið 28 pør.
Tað upplýsir Bill Justinussen, landsstýrismaður við heilsumálum.
Sjúkrahúsverkið hevur í løtuni játtað 500.000 krónur til sjálva viðgerðina og umleið 400.000 krónur til ferðing og uppihald. Afturat hesum koma aðrar almennar veitingar, millum annað dagpeningur, og harumframt rindar sjúkrakassin 75 prosent av útreiðslunum til heilivág.
Spurningurin um játtanina til barnloysi kom upp, tá landssstýrismaðurin fyribils steðgaði viðgerðunum restina av árinum, men hetta var tikið aftur, tá fíggjarnevndin hjá løgtinginum játtaði meira pening til økið.
Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at steðga hesari viðgerð, leggur hann dent á.
? Tá talan er um almenna leiklutin í viðgerð fyri barnloysi, er ætlanin framhaldandi at bjóða ókeypis viðgerð móti barnloysi. Tó verður umhugsað at seta politisk stevnumið fyri viðgerðini, sigur Bill Justinussen og vísir eitt nú til at seta aldursmark á.