Dreymurin hjá nógvum ungum fótbóltsspælarum er at sleppa út um landoddarnar at gera frítíðarítrivið til livibreyð. At tað í níti árunum hevur eydnast hjá einum tíggju føroyskum spælarum at koma so mikið langt hevur givið yngri monnunum blóð á tonna.
Landsliðsferðin niður til Spania var eitt gott høvi hjá føroysku spælarunum at gera seg kendar. Øll tey norðurlendsku landsliðini vóru har, og tey drógu nógv fólk aftaná sær. Í síðstu viku vóru heili hundrað norðurlendsk pressufólk í La Manga. Har vóru eina staðni ímillum tíggju og fimtan persónar, sum hava tað til vinnuveg at keypa og selja spælarar, og umleið tredivu fótbóltsfeløg aðra staðni enn úr norðurlondum høvdu umboðsmenn í La Manga í síðstu viku.
Tá vit hava spurt okkum fyri, um serligur áhugi hevur verið frá útlendskari síðu fyri nøkrum av føroysku spælarunum, hevur eingin dugað at sagt frá nøkrum. Kortini man einki vera at ivast í, at nøvnini á onkrum føroyskum spælarum ? eftir altjóða alini eru teir sera bíligir ? eru komin í svørtu bøkurnar kring Europa.










