Nógv er sjálvsagt

Framsøgukvinna Javnaðarfloksins viðvíkjandi tingviðgerðini av álitinum um útbúgving og gransking, undrast á, at fólkaskúlin ikki er umboðaður í nevndini. Hetta heldur hon er orsøk til, at nógv av tilfarinum um undirvísing í álitinum, eru stórar og kendar sjálvfylgiligheitir. Viðvíkjandi gransking heldur hon, at eingin orsøk er til at uppfinna djúpa borðiskin fleiri ferðir. Neyðugt er at vita hví ein granskar og so satsa á tað, sum vit ikki fáa aðrastaðni

Katrin Dahl Jakobsen heldur so nógv sjálvsagt standa í álitinum frá útbúgvingarpolitikknevndini víðvíkjandi fólkaskúlanum, at tað beinleiðis er banalt og er tekin um, at fólkini í nevndini vita ikki, hvat hendir í skúlanum. Í røðu síni í løgtinginum vísti Katrin Dahl Jakobsen eisini á, at 5 av 8 nevndarlimum koma úr umsitingini.

Katrin Dahl Jakobsen takkaði nú- og fyrrverandi landstýrismonnum fyri arbeiðið at orða komandi útbúgvingarpolitikk, tí hetta kann nýtast við ella uttan fullveldi.


Alt hevur skund

Hon hevur tó hug at fýlast á, at landsstýrið álegði nevndini at leggja upp fyri sjálvstýrisverkætlanini og harvið broytti arbeiðssetningin. Eisini skuldi arbeiðið vera liðugt 10. mai 1999, fyri at koma við í Hvítubók og gjørdist tíðarfreistin hjá nevndini tí knøpp.

Katrin Dahl Jakobsen viðmerkir, at tað tykist, sum alt, sum hevur samband við sjálvstýrisverkætlanina hevur skund. Alt skal henda skjótt.


Hol í sjógvin

Katrin Dahl Jakobsen er ikki samd, tá sagt verður, at ábyrgdin fyri skúlaverkinum ikki gjørdist okkara, fyrr enn í 1988, tá vit fingu blokkin. Hon heldur ikki, at heildveitingin skuldi til, fyri at vilja og ætla við skúlaverkinum.

Hon vísir á, at í 1962 hevði nýggja skúlalógin við sær, at undirvísingarleiðbeining við fyrstu lesiætlanunum vóru gjørdar til føroysk viðurskifti. Sama ár kom nýggj lóg um Læraraskúlan. Seinni yvirtóku vit fyrisitingina, so vit hava gjørt hol í sjógvin. Men hon hevur hug at spyrja, hvar trupulleikin er, tá nevndin ikki heldur, at vit hava dugað at funnið egnar loysnir, eftir at vit yvitóku skúlaverkið.

Hon er samd við, at tey, sum virka innan fólkaskúlan hava kent avmarkingar. Skúlin hevur verið niðurpíndur. Hon heldur øll kunnu taka undir við tilmælunum um at halda fram við menningarvirkseminum.

Katrin Dahl Jakobsen heldur, at gott hevði verið at sæð hetta aftur á komandi fíggjarlóg, har upphæddin til roynd og menning er hin sama fram til ár 2002 og als ikki er at finna fyri miðnámsútbúgvingarnar.

Í hesum sambandi sigur Katrin Dahl Jakobsen, at t.d. Fiskivinnuskúlin er lítið viðgjørdur í álitinum frá útbúgvingarpolitikknevndini. Hetta heldur hon er ov vánaligt. Hon saknar, at meira neyvt verður viðgjørt um viðurskiftini viðvíkjandi Fiskivinnuskúlanum, útbúgving, fiskivinnu og gransking. Hetta átti at verið knýtt at eini meira miðvísari ætlan.

Men hon leggur dent á, at nógv av námsfrøðiliga prátinum er sjálvsagt og slíkt, sum er í skúlanum í dag. Ein trupulleika í fólkaskúlanum í dag heldur hon vera teir næmingar, sum detta burtur ímillum og orka er ikki at geva teimum neyðugu hjálpina. Katrin Dahl Jakobsen heldur vera sera neyðugt at styrkja sernámsfrøðiliga partin og at bøta um viðurskiftini hjá teimum, ið starvast innan hetta øki. Hetta sæst ikki í álitinum og tað sigur hon undrar Javnaðarflokkin.


Samstarv

Viðvíkjandi samstarvinum millum tey, sum eru um barnið, sigur Katrin Dahl Jakobsen, at samstarv er gott, tá miðað verður eftir einum máli. Men hon heldur ikki vera skilagott at finna nýggjar trupulleikar og lata teir veruligu liggja óloystar. Hon heldur samstarv vera gott, bert tað hevur eitt endamál.

Hon sigur, at Javnaðarflokkurin heldur vera av stórum týdningi at fáa nýggju fólkaskúlalógina at virka í sini heild. Hon er ikki samd við teimum, ið siga at skúlavegleiðaraskipanin er farin at virkað.

Katrin Dahl Jakobsen vísir á, at ein niðurpíndur fólkaskúli er góður gróðrarbotnur fyri privarskúlar. Hon sigur, at Javnaðarflokkurin ræðist ikki privatskúlar, men at einki er vunnið við at fara í holt við nýggjar skipanir, meðan vanligi skúlin er niðurprioriteraður.



Gransking

Katrin Dahl Jakobsen vísir á, at innan gransking eiga vit at velja. Føroyar vera ongantíð eitt stórt granskingarland. Tí er neyðugt at velja ta gransking, sum er gagnlig fyri okkara vinnu og okkara mentan. Vit kunnu njóta av, at gransking er altjóðagjørd. Hon heldur, at eingin orsøk er til at uppfinna djúpa borðiskin fleiri ferðir. Neyðugt er at vita hví ein granskar og so satsa á tað, sum vit ikki fáa aðrastaðni. Hon heldur tað vera rætt, tá ætlanin er at styrkja samfelagsgranskingina.


Gamlan flota

Katrin Dahl Jakobsen heldur tað er løgið, at vit við 100 ára royndum innan fiskiskap, bert hava ein fjøltáttaðan flota av antikkvitetum, hóast hann kanska hevur stórt virði. Vit áttu at havt vitan og verið serfrøðingar. Men vitan hava vit ikki. Vit útbúgva ikki okkara fólk til tað, ið vinnan sigur seg vilja hava, men senda fólk á handilsskúlar.

Í Føroyum gjalda virki dýrt fyri at sleppa av við slógv. Í Noreg hava tey góða inntøku av hesum til bæði matvøru og heilivág. Katrin Dahl Jakobsen vísir á, at í Noreg er fyri stuttm eitt virki bygt fyri 70 milliónir bert til at gagnnýta slógv. Tað, sum hjá okum er burturkast.


Munurin

Katrin Dahl Jakobsen heldur, at munurin á fyrrverandi og núverandi landsstýrismonnum, sambands- og tjóðveldismanninum, er, at annar vildi byggja víðari á fyrimunirnar við ríkisfelagsskapinum og hin sær hetta sum eina forðing. Teir hava hvør sína hugsan um tað, ið teir seta í verk.

Tjóðveldismaðurin sær ongan trupulleika við at taka 1,3 milliard úr búskapinum og framvegis tryggja ungdóminum útbúgving í útheimi.

Hon mælir til, at vit sleppa okkum úr "dunnuhyljamentalitetinum", sum ger okkum so serstøk, at einki ber til.