Nógv donsk fiskiskip skulu høggjast upp

Ongantíð hava so nógvir danskir reiðarar søkt um upphøggingarstuðul sum í ár, og vandi er fyri, at fleiri av teimum gonlu fiskivinnuhavnunum hvørva

Fiskivinnan í Danmark er í kreppu. Stórari kreppu. Meiri enn 200 reiðarar hava søkt tað almenna um upphøggingarstuðul, og so nógvar umsóknir hava myndugleikarnir ikki fingið í mong ár.

Serliga í Norðurjútlandi hava nógvir reiðarar valt at geva skarvin yvir, og har er vandi fyri, at summar av teimum gomlu fiskivinnuhavnunum fara at hvørva. Einaferð var Lemvig ein av teimum stóru fiskivinnubýunum. Nú eru bara níggju skip eftir har, og av teimum hava fýra søkt um upphøggingarstuðul. Tað eru bankarnir, sum krevja skipini upphøgd, tí tey klára ikki sínar skyldur, skrivar Jyllandsposturin.

-Verða tey fýra skipini upphøgd, hava vit bara fimm eftir, og tað er ov lítið til at reka ísvirkið, fiskamarknaðin og bedingina í býnum, sigur formaðurin í fiskimannafelagnum í Lemvig, Jens Søndergaard, við blaðið. Hann leggur afturat, at skipini útvega nógv arbeiði uppi á landi, so tað er ein vanlukka fyri allan býin, steðgar virksemið í fiskivinnuni.

Formaðurin í danska fiskimannafelagnum, Thorkild Førby, er dapurskygdur. Hann sigur, at tað er sera óheppið, verða so nógv skip upphøgd. Veksa fiskastovnarnir aftur, sleppa danir ikki at byggja nýggj skip, tí ES-reglurnar forða tí, sigur hann.

Í matvørumálaráðnum hava tey bara 50 milliónir krónur til upphøggingarstuðul, men har eru tey sinnað at finna meiri pengar, so fleiri skip kunnu høggjast upp.