Nógv donsk børn fáa sukursjúku

Hvønn einasta dag í árinum staðfesta danskir læknar, at í minsta lagi eitt barn afturat hevur fingið sukursjúku

Hagtølini vísa, at síðani 1997 er talið á donskum børnum við sukursjúku ella typu 1-diabetes, sum sjúkan av røttum eitur, vaksið heili 61 prosent. Granskararnir duga ikki at siga, hví børn fáa sjúkuna, og teir duga heldur ikki at siga, hví tilburðirnir eru øktir so nógv.

Tað er ikki bara í Danmark, at nógv børn fáa typu 1-diabetes. Tvørturímóti vænta granskararnir, at talið á evropeiskum børnum, sum fáa sjúkuna, fer at veksa heili 70 prosent hetta til 2020.

-Vit hava onga gransking ella kanning, sum kann loysa gátuna um, hví fólk fáa typu 1-diabetes, ella hví talið veksur so skjótt. Vit vita, hvat hendir við kroppinum, men vit vita ikki, hví tað hendir, sigur Malene Bagger, sum er granskingarleiðari hjá danska Diabrtesfelagnum.

Tað er staðfest, at bara umleið fimm prosent av tilburðunum eru arvaðir, og lívsførslan hjá tí einstaka er heldur ikki orsøkin. Sambært Malene Bagger tykist besta boðið vera, at sjúkan kemur av dálking, virus ella infeksjón.