Húsaleigan hjá tí almenna er munandi hægri í Havn enn húsaleigan á bygd. Tað visti kringvarpið at siga í døgurðatíðindunum í dag. Húsaleigan í Havn er upp til tvær ferðir so høg sum húsaleigan á bygd.
Herfyri kom kjakið um staðlegging av stovnum aftur fyri tingið, tá ið tingmenninir Bill Justinussen, Magnus Rasmussen og Kári P. Højgaard løgd uppskot til samtyktar fyri tingið.
Og tað kjakið hevur verið frammi fleiri ferðir seinastu árini. Summi halda, at tað er rættast at hava demografisk atlit í huga, tá ið stovnar verða lagdir, og tí skulu teir verða lagdir kring alt landið. Onnur halda, at tað er høpisleyst at flyta stovnar bert fyri at flyta, tí umráðandi er, at vitanin er miðsavnað tætt at hvørjum øðrum.
Hvussu er og ikki, so vísir yvirlit frá Landsverk, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, at kostnaðurin hjá tí almenna at leiga í Havn er munandi hægri enn hann er á bygd.
- Tað er fyrst og fremst útboð og eftirspurningur, sum er orsøkin til at tað almenna leigar nærum tvífalt so dýrt í Havn sum uttan fyri høvuðsstaðin, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki við Kringvarpið. Hann góðkennir allar leigusáttmálar hjá tí almenna. Í Havn er leiguprísurin nú komin upp á 1300 krónur fermeturin, veit Kringvarpið.










