Nógv dýrari at hyggja at parabol í Føroyum

Tey, sum hava parabol skulu nú eisini betala mvg og harafturat skal gjaldast eyka fyri DR 1 og DR 2. Men Canaldigital hevur eitt gott tilboð til føroyingar afturfyri

Fylgissveinasjónvarp

Allir teir túsundtals føroyingarnir sum hava parabol, skulu nú fyrireika seg til at betala munandi meiri fyri at hyggja at sjónvarpi.
Tí nú skulu vit nevniliga eisini betala mvg av tí, sum tær ymsu rásirnar kosta.
Sostatt skulu 25% hereftir gjaldast av upphæddini, sum tað annars hevur kostað at fáa rásirnar niður úr luftini.
Tað verður frá 1. oktober í ár, at mvg fer at verða kravt av tí, sum rásirnar annars kosta.
Tað er Toll- og Skattstovan í Føroyum, sum hevur kravt, at mvg eisini verður goldið av tí, sum rásirnar kostað og avtalað er nú gjørd við tey, sum bjóða fylgissveinasjónvarp út í Føroyum um, hvussu gjaldið skal krevjast inn.
Eftir, hvat skilst er ein orsøk til hetta tann, at Føroya Tele ætlar sær eisini at bjóða føroyingum fylgissveinasjónvarp og tey, sum fáa sjónvarp frá Føroya Tele, koma at gjalda mvg. Fyri at kappingin ikki skal vera ójøvn, verður tískil eisini mvg kravt av teimum, sum síggja Canaldigital.

Eyka fyri DR
Næstan allir føroyingar, sum hava parabol, hava Canaldigital. Millum rásirnar, sum Canaldigital hevur at bjóða føroyingum eru tær báðar almennu donsku rásirnar, DR 1 og DR 2.
Men hereftir verða tær ikki longur við í pakkunum, sum Canaldigital fer at selja.
Frá 1. oktober verða DR 1 og DR 2 í einum pakka fyri seg sjálvan, sum tey, ið vilja hava hesar rásir, skulu gjalda eyka fyri.
DR 1 og DR 2 fara at kosta beint omanfyri 2.062 krónur um árið, við mvg. Hetta er tað sama, sum hyggjaragjaldið í Danmark er.
Peter From, umboðsmaður hjá Canaldigital, sum í hesum døgum er í Føroyum, sigur, at Danmarks Radio heldur, at teir føroyingar, sum síggja DR 1 og DR 2, eiga at gjalda tað sama sum teir donsku hyggjararnir gjalda.
? Men so halda vit tað eisini vera sjálvsagt, at fer nakar annar at bjóða DR 1 og DR 2 út í Føroyum, verður tað undir somu treytum, sum vit hava fingið, sigur Peter From.
Í Danmark betala viðskiftafólkini hjá Canaldigital mvg, ella moms, sum tað eitur á donskum.

Eitt gott tilboð
Canaldigital vil ikki upplýsa, hvussu nógv viðskiftafólk tað hevur í Føroyum, men ein vælkvalifiserað meting sigur, at tað liggur omanfyri 6.000 krónur.
Tey, sum hava allar rásirnar hjá Canaldigital, tað, sum tey nevna ?Entertainpakkan?, rinda 2.828 krónur um árið, sum er. Men nú mvg kemur afturat, kemur gjaldið upp á 3.535 krónur. Sostatt fer ?Entertainpakkin? at kosta góðar 707 krónur meir í mvg.
Tey, sum hava tann bíligara Familypakkan, har tey ikki síggja tær tríggjar Canal + rásirnar, betala, sum er, 1.260 krónur um árið. Tey koma hereftir at betala 1.575 krónur, ella 315 krónur meiri.
Men tann, sum so vil hava DR 1 og DR 2 afturat, skal sostatt hereftir betala 2.062 krónur afturat um árið.
Fyri at viga upp ímóti hesum, fer Canaldigital nú undir eina lýsingaherferð í Føroyum, har teir hava eitt gott tilboð til føroyingar.
Lýsingaherferðin byrjar 1. oktober og varar tað, sum eftir er av árinum. Peter From vil ikki enn siga, hvat tilboðið er, men aðrastaðni hava vit fingið upplýst at tá fara parabolkassar at fáast til keyps fyri slakar 1.500 krónur.